
07 Vestur er við at leggja seinastu hondina á hópin til 2025, og í gjárkvøldið kunngjørdi felagið ein nýggjan norskan spælara.
Talan er um 20-ára gamla bakkin Brage Kvithyld. Felagið skrivar, at hann kann bæði spæla sum vinstri bakkur og sum miðverji; fyrst og fremst er hann bakkur.
Ungi norðmaðurin hevur higartil spælt 18 dystir við Ranheim í næstbestu deildini í Noreg. Teir allarflestu vóru í 2023. Í seinnu hálvu í fjør varð Kvithyld leigaður út til Stjørdals-Blink í triðbestu deildini, har hann sambært Transfermarket spældi 6 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald