Fótbóltur

Video: Skuldi verið meira enn 2-0 tá vit fáa reytt

Eg havi sjálvur nakrar møguleikar afturat, sigur annar av føroysku málskjúttunum. - Ikki uppiborið at teir fáa javnleik, men hatta er tað, sum kann henda, tá man fær reytt kort á altjóða stigi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-06 19:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg fekk ikki serliga nógvar møguleikar á landsliðnum, áðrenn hetta venjaratoymi kom til. Kundi fingið fleiri enn trý mál, og fleiri enn eitt mál í kvøld, men haldi hetta er í lagi.

Hetta segði ein prátingarsamur Petur Knudsen, tá Portalurin fekk orðið á 28-ára gamla áleyparan úr Saltangará. Hetta eftir 2-2 javleikin í Kasakstan, har Knudsen á fyrsta sinni skoraði í kappingardysti.

Talan var um góðan stútara eftir Bjartalíð-horna. Petur Knudsen iðrar seg tó um, at hann ikki skoraði okkurt afturat - serliga júst eftir eitt skot hjá júst Jóannes Bjartalíð, sum hann hevði lisið av.

- Sá at eg kundi fáa bóltin, kasti meg fram men time’i tað ikki nógv væl.

At Føroyar mistu leiðsluna er sjálvandi kki nakað, sum frøir Petur Knudsen, men hann er “stoltur av avrikinum”. Tað var 2-0 áðrenn utvísingina hjá Martini Agnarsson, og “tað burdi verið meira”.

Hoyr samrøðu við Petur Knudsen her.

Sí eisini: Klassa avrik í ein lítlan tíma - persónlig mistøk kostaðu sigurin í Kasakstan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder