Fótbóltur

07 Vestur heldur fast við Obbekjær

Vágamenn leingja við enn ein dana.

Daniel Obbekjær og Michael Schjønberg, høvuðsvenjari (Mynd: 07 Vestur)

Daniel Obbekjær og Michael Schjønberg, høvuðsvenjari (Mynd: 07 Vestur)

2022-10-28 09:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

07 Vestur hevur seinastu dagarnar boða frá, at bæði Mathias Voss og Jasper Van Der Heyden halda fram næsta kappingarár.

Og nú verður boðað frá, at miðverjin Daniel Obbekjær, sum kom til felagið miðskeiðis hetta kappingarárið eisini heldur fram næsta kappingarár.

- Sterki miðverjin hevur síðani staðið stinnur. Hann hevur spælt hvønn dyst og hevur verið ein sannur styrkur fyri okkum, sigur 07 Vestur.

Daniel Obbekjær úr Odense var heilt yviri í Kanada og vendi, áðrenn hann kom til 07 Vestur. Hann hevur evnini sum fáur og hevur spælt á ungdómslandsliðunum hjá Danmark, frá U16 til U19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder