2024-02-22 12:46
Í fjør vardi Ari í Haraldsstovu Petersen málið hjá 07 Vestur í øllum dystunum. Sørvingurin gjørdist ársins spælari í felagnum og ársins ungi spælari í Betrideildini hjá monnum.
Nú skal Ari spæla við KÍ, og harvið hevur 07 Vestur leitað eftir avloysara í vetur. Nú er greitt, at viðkomandi eitur Sebastian John. Talan er um 27 ára gamlan dana, sum seinast hevur spælt við HB Køge - í fjør spældi hann 16 dystir í næstbestu donsku deildini.
Sebastian byrjaði sína yrkisleið í Viborg. Har spældi hann fyrst við ungdómsliðum, síðani eykaliðið og var hann eykamálmaður í 58 dystum í Superliga. Sebastian spældi eisini 21 dystir fyri Viborg í 2017/2018, tá liðið var í 1. Division.
Tað er júst í næstbestu donsku deildini, at hann hevur verið mest. Sebastian John hevur havt sáttmála við Fremad Amager, Kolding IF, FC Fredericia og HB Køge, umframt Viborg.
Tað var í Viborg og nú HB Køge, at nýggi 07 Vestur-málverjin hevur spælt mest fyri besta liðið. Tilsamans hevur tað verið útvið 70 dystir í næstbestu deildini og í steypakappingini.
Umframt hetta var Sebastian úttikin donsku U17, U18, U19, U20 og U21 landsliðini, har hann hevur spælt 9 dystir.
- Sebastian er við sínum drúgvu royndum eitt sera gott íkast til unga 07 Vestur liðið. Hann kemur heilt sikkurt at verða okkum ein góður leiðari á vøllinum og íblástur til ungu spælararnar, skrivar Facebook-síðan hjá 07 Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald