Sum siður hevur verið síðani fyrst í nítiárinum, er Klaksvíkskappingin á skránni stutt undan kappingarbyrjan í bestu mansdeildini.
KÍ bjóðar topp-trý undanfarna ár, ella hinum trý liðini í topp-fýra, norð at spæla tveir venjingardystir. Leingi varð spælt leygardag og sunnudag, men tíðin er farin frá hesum, og nú verður tað triðja árið á rað, at hálvfinalurnar verða spældar mitt í viku, og finalan síðani verður í vikuskiftinum.
Hetta hóskar tó ikki inn í fyrireikingarnar hjá HB, sum endaði á 3. plássi í Betrideildini í fjør. Vandin fyri vøddaskaðum er eisini í tonkunum hjá venjaranum.
- Høvuðsorsøkin er, at hetta er eitt keðiligt tíðspunkt at spæla tveir dystir uppá tríggjar-fýra dagar. Vit hava næstan onga viku havt optimalar umstøður, og vit ynskja, at kunna hava nakrar venjingar og kunna gera okkum klárar til kappingarbyrjan. Vit ynskja ikki vøddaskaðar og serliga ikki so stutt undan kappingarbyrjan.
Hetta segði Dalibor Savic, høvuðsvenjari hjá HB, við Norðlýsið um vikuskiftið.
Tað er millum annað vandin fyri skaðum, sum hevur fingið HB at sagt nei til at luttaka í ár (Mynd: Sverri Egholm)
Harvið noyddist KÍ at finna eitt nýtt lið at luttaka. Tað stóð fyrst EB/Streymi, ið endaði nummar fimm í fjør, í boði, men sum skilst hevur EB/Streymur sagt nei.
Ístaðin verður tað 07 Vestur, sum fer at luttaka. Hesum boðaði Norðlýsið frá í gjár.
Lutakast hevur eisini verið, og nýggi luttakarin skal spæla móti Víkingi mikukvøldið 15. februar. Hesin dysturin byrjar, stutt eftir at KÍ-B36 er av. Leygardagin 18. februar er dysturin um 3. plássi, umframt finalan, á skránni við Djúpumýru.
Skráin fyri Klaksvíkskappingina 2023:
Mikukvøldið 15. februar:
17.30: B36-KÍ
19.30: Víkingur-07 Vestur
Leygardagin 18. februar:
Kl. 13.00: Dystur um 3. pláss
Kl. 15.15: Finala
Víkingur vann finaluna í fjør við finalusigri á vertunum. Hetta var eftir brotssparkskapping.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald