Fótbóltur

07 Vestur sett norskan venjara

Steffen Landro er nýggjur venjari hjá 07 Vestur.

2023-12-01 18:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

07 Vestur hevur sett nýggjan venjara. Talan er um 38 ára gamla norðmannin Steffen Landro.

Hóast ungur hevur hann drúgvar royndir sum venjari. Hann var venjari sum 22 ára gamal og byrjari sína yrkisleið sum hjálparvenjari hjá Nest-Sotra í 2015 sum 30 ára gamal saman við Ruben Hetlevig sum høvuðsvenjara. Sum ein áhugaverd síðusøga kann nevnast, at hetta var eftir, at Michael Schønberg var uppsagdur í felagnum.

Í 2017 bleiv hann settur sum høvuðsvenjari hjá Nest-Sotra. Longu í 2018 bleiv hann kosin sum ársins venjari í OBOS-deildini.

Sum venjari hevur hann staðið á odda fyri Ullensaker/Kisa, Sandnes Ulf og Nest-Sotra IL. Í Sandnes Ulf var hann venjari hjá Ára Mohr Jónsson.

07 Vestur skrivar í tíðindaskrivi, at Tór Ingar Akselsen verður hjálparvenjari, Rógvi Nónsgjógv Poulsen kropsligur venjari, Ivan Stojkovic málmansvenjari og Abraham Løkin høvuðsungdómsvenjari.

Steffen Landro kemur til Føroya 4. januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder