07 Vestur hevði torført við at finna støðufesti í fremstu røð, og eftir tvær av niðurflytingunum tók tað eisini meira enn eitt ár at flyta uppaftur úr 1. deild. Felagið, sum í næstu viku hevur júst 16 ár á baki, er flutt niður fýra ferðir.
Hetta var tó triðja árið á ra hjá besta mansliðnum í Betrideildini, og endaúrslitið er betrað fyri hvørt ár síðani uppflytingina í 2019. 28 stig í 2021 var javnsett met fyri 07 Vestur í fremstu røð, og í fjør fekk liðið eitt stig fleiri. Harumframt spældi 07 Vestur hálvfinalur í kappingini um Løgmanssteypið.
Eins og í fjør, var eitt stórfelag ov sterkt í seinna dystinum á útivølli. Í Betrideildini setti 07 Vestur tó sín yvirleggjara væl hægri. Tá helmingurin var farin av kappingarárinum, var 07 Vestur bert tvey stig aftanfyri Víking og 4. plássinum. Síðani hevur Víkingur gjørt slætt borð, og hóast 07 Vestur sum so endaði í ongamannalandi, so setti liðið met í stigum og fekk sína hægstu endastøðu nakrantíð.
Endastøðan hjá 07 Vestur síðani uppflytingina í 2020:
2021: 28 stig og 6. pláss
2022: 29 stig og 7. pláss (Hálvfinalur í steypakappingini)
2023: 40 stig og 5. pláss (Hálvfinalur í steypakappingini)
(Ongantíð havt hægri stigatal ella pláss á stigatalvuni enn hesi árini)
Við brotssparksmálinum hjá Oddi Petersen tíggju minuttir fyri leiklok í Trongisvági tryggjaði 07 Vestur sær sigurin, og harvið rakti liðið júst 40 stig. Greitt stigamet og enn ein ein varði á vegnum hjá vágamonnum.
Bólturin sat eftir brotssparkið, og harvið setti 07 Vestur met, meðan TB flutti niður (Myndir: Bjartur Vest)
Tað var føroyameistaraheitið hjá U21 í ár sanniliga eisini. Oddur í Haraldsstovu Petersen og beiggin, Ari í Haraldsstovu Petersen, vóru ov gamlir til U21. Men teir báðir sørvingarnir hava verið umráðandi í góðu gongdini hjá 07. Yngri spælarar, ið hava gjørt vart við seg í U21, á ungdómslandsliðnum o.s.fr, hava eisini spælt meira í ár og víst seg væl fram.
Sum vanligt er eitt umskifti frá kappingarár til kappingarár. Í samrøðu við FM1 sunnudagin staðfesti formaður felagsins, at dugnaligi norski venjarin hjá 07 Vestur ikki heldur fram. Arbeitt verður við at avloysa Lars Arna Nilssen, sum tók við eftir Michael Schjønberg í summar men sum valdi ikki at halda fram. Uros Stojanov heldur ikki fram í felagnum, sum bolt.fo hevur víst á. So er eisini ivamál um týðandi spælarar, sum ikki hava sáttmála fyri 2024.
Fleiri feløg - millum annað í Føroyum - vilja hava fatur á verjuskansanum Daniel Obbekjær og U21-landsliðsmálverjanum Ara Petersen. Magnus Holm Jacobsen vildi royna seg uttanlands í summar, og fer helst tað nú. Ivamál er um stinna danska høgra bakkin Mathias Voss, meðan nógv bendir á, at Jasper van der Heyden heldur fram. Umskifti verður men sum heild er ymiskt gott at byggja uppá hjá 07 Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald