placeholder
Fótbóltur

07 Vestur skrivað undir við 11 leikarar

Allir leikararnir hava skrivað undir 2 ára sáttmálar.

Mynd: JN.fo

Mynd: JN.fo

2018-08-27 15:17 Author image
Ari av Rana
placeholder

07 Vestur skrivað í gjár undir við ikki færri enn 11 leikarar. Allir leikararnir hava skrivað undir tvey ára sáttmála við uppflytararnar.

Felagið hevur valt at skrivað sáttmála við 10 lokalar leikarar. Ynski er at felagið skal tryggja sær at teir lokalu eru við, sigur Jim Sonni Guttesen við JN.fo.

Umframt teir 10 lokalu leikararnar hevur felagið eisini skrivað undir sáttmála við Ken Fagerberg.

Teir 11 leikararnir, sum hava skrivað undir við 07 Vestur eru Dann Fróðason, Silas Eyðsteinsson, Sølvi Egilsson, Høgni E. Nielsen, Ken Fagerberg, Martin Tausen, Hørður Egilsson, Niels Mouritsen, Fríði S. Joensen, Karl Weihe og Ragnar Weihe.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder