Fótbóltur

07 Vestur sló til í yvirtíðini í Gundadali

Hóast B36 var í yvirtali og var á odda 2-1, so fekk heimaliðið bert eitt stig. ÍF kom á odda 1-0 móti grannunum og oddaliðnum - men tapti so 1-8. NSÍ vann á EB/Streymi; B68 - HB útsettur til í morgin.

2024-04-07 22:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í 4. umfari Betrideildini hjá monnum vórðu spældir í dag. Ein afturat var á skránni, men B68 - HB varð útsettur til í morgin vegna veðrið á Svangaskarði.

Størsti munurin var í Fløtugerði. ÍF legði seg longu á odda í 3. minutti, men Víkingur samanlagt hølvaði grannarnar av: Útiliðið skoraði tvey mál beint fyri steðgin, og eftir steðgin skrædnaði av álvara hjá ÍF. 17. sigurin á rað hjá Víkingi, ið framvegis hevur fult stigatal og er oddalið. 

[object Object]

Mynd: dystir.fo/portal.fo - sí meira her

B36 var á odda tvær ferðir á heimavølli móti 07 Vestur, sum eisini kom í undirtal í 66. minutti, tá Sonni Ragnar Nattestad fekk reytt kort. Útiliðið fall tó ikki fátt seinastu løtuna, hóast tað var 2-1, og í 94. minutti javnaði Benjamin Smales Braithwaite við øðrum Betrideildarmálinum hjá bretanum. Stórt vónbrot hjá B36, ið hevði fult stigatal áðrenn - 07 Vestur er á 4. plássi í løtuni.



[object Object]
Mynd: dystir.fo/portal.fo - Sí meira her

NSÍ vann sum væntað heimadystin móti EB/Streymi. Steffan Løkin skoraði í 25. minutti, og sviin Adi Terzic skoraði seint í dystinum sítt fyrsta mál fyri NSÍ. Harvið eru NSÍ og 07 Vestur væl við.

[object Object]
Myndir: dystir.fo - Sí meira her


Í gjárkvøldið, leygarkvøldið, vann KÍ á Skála við málið í yvirtíðini. Fimta umfar byrjar sunnudagin 14. apríl, um eina viku

Sí eisini: Árni og Páll bjargaðu KÍ

Støðan í Betri deildin hjá monnum eftir fýra umfør
1. Víkingur 12 stig
2. B36 10 stig
3. KÍ 9 stig*
4. 07 Vestur 7 stig
5. HB 6 stig *
6. NSÍ 6 stig
7. Skála ÍF 3 stig
8. EB/Streymur 1 stig
9. B68 1 stig *
10. ÍF 0 stig

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder