Fótbóltur

07 Vestur stríddi seg til stig í Klaksvík

Enn ein neisti birtist í oddastríðnum, tá KÍ fyri fyrstu ferð í ár ikki fekk fult á heimavølli - nú eru fimm stig niður til HB. Eitt brotsspark í 80. minutti bjargaði Víkingi móti TB.

Janus Svabo Samuelsen legði 07 Vestur á odda í Klaksvík, har tað endaði 1-1. Seks stig eru nú upp til Víking, sum vann 1-0 á TB (Mynd: Jens Kr. Vang)

Janus Svabo Samuelsen legði 07 Vestur á odda í Klaksvík, har tað endaði 1-1. Seks stig eru nú upp til Víking, sum vann 1-0 á TB (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-08-20 17:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FM-stríð. Tað er nakað, sum ikki heilt hevur verið langt út á kappingarárið seinastu árini, og sum tyktiskt deytt undan summarsteðginum. KÍ hevur verið á trónuni og hevði fult stigatal og tíggju stig niður til nummar tvey, áðrenn føroyameistararnir fóru í gongd aftur eftir summarsteðgin. Liðið hjá Magna Hoseth hevði fult stigatal fyri 16 dystir (48 stig) - tveir teir seinastu dystirnar 

Evropeiska luttøkan órógvar eyðsæð nakað hjá KÍ, men 07 Vestur leggur líka í Champions League og annað. Liðið hjá Lars Arna Nilsen vísti góðan stríðsvilja og nógv disiplin í Klaksvík í dag. Vágamenn løgdu ógvuliga væl fyri, og longu eftir seks minuttir smekkaði Janus Svabo Samuelsen bóltin í KÍ-málið eftir gott gjøgnumbrot frá Mathiasi Voss í høgru. 

1-0 og KÍ skuldi líka koma yvir skelkin. Fimm broytingar vóru gjørdar í mun til manning í Molde, men ein ið gekk aftur javnaði eftir hálvan tíma. Tað var René Shaki Joensen, sum skoraði trygt, eftir at Sivert Gussiås legði til brots, driblaði væl og legði væl útfrá úr høgru. Shaki noyddist løtu seinni út við skaða, og heimaliðið fekk ikki nakað mál afturat hóast stóra leikliga yvirvág.

[object Object]
René Shaki Joensen skoraði til 1-1 men fór út løtu seinni. Árni Frederiksberg kom inn eftir steðgin, men liðini fingu eitt stig hvør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

07 vardi langt afturi og hótti nakrar ferðir uppá kontra seint í dystinum. Annars stóð verjan sum heild heilt væl. Ari Petersen var stinnur í málinum, tá hann skuldi, og hóast KÍ veruliga royndi, so manglaði tað síðsta ímóti vágamonnum, sum ikki hava tapt eftir summarsteðgin.

Nakrir stórir møguleikar vóru. Fyrst bjargaði 07 á strikini - KÍ'arnir vildu vera við at tað var við armininum - og tað tættasta annars var góði stútarin hjá 17-ára gamla innskifta Jóhan Josephsen í yvirtíðini: Málslúkurin í 1. deild rakti yvirleggjaran. KÍ hevur nú fimm stig niður til HB, ið vann í gjár takkað verið Adrian Justinussen. HB hevur spælt ein dyst fleiri. B36 kann eisini nærkast við sigri í morgin.

07 Vestur hevur nú seks stig upp til 4. plássið. Víkingur lá annars til bert at fáa eitt stig á heimvølli móti hartarbeiðandi TB í 78 minuttir. Tað var málleyst so leingi, hóast fleiri stórar møguleikar í Sarpugerði - serliga til heimaliðið men útiliðið spældi sanniliga eisini við. 

Tað var í samband við hornaspark, at Rúni Gaardbo metti, at Nikolai Johannesen trýsti Finn Justinussen niður tætt undir málinum. Hetta var ilt at fáa eyga á, útfrá upptøkunum, og teir í TB-leguni vóru ónøgdir. Sølvi Vatnhamar var ísakaldur úr ellivu metrum, og hetta gjørdist avgerandi, hóast TB - við tíggju monnum tá - var ógvuliga nær við í yvirtíðini. Bárður á Reynatrøð bjargaði, og harvið vann Víkingur ógvuliga týdningarmiklan sigur.

Í løtuni spæla EB/Streymur og AB á Eiði. Talan er um lykladyst í botnstríðnum. Har liggur tað til heimaliðið.

19. umfar í Betrideildini hjá monnum

Í dag, sunnudagin 20. august
KÍ - 07 Vestur 1-1 (1-1)
7' Janus Svabo Samuelsen (Mathias Voss) 0-1
30' René Shaki Joensen (Sivert Gussiås) 1-1

Víkingur - TB 1-0
80' Sølvi Vatnhamar, br 1-0

Reytt kort: Samudeen Musah (84')

17.00: EB/Streymur - AB (2-0)

Í gjár, leygardagin 19. august
HB - ÍF 3-1 (1-0)
33' Áki Samuelsen (Hanus Sørensen) 1-0
77' Elvio Glemini 1-1
84' Adrian Justinussen 2-1
90' Adrian Justinussen 3-1

Í morgin, mánadagin 21. august
18.00: B36 - B68 

Støðan:

1. KÍ 49 stig (18 dystir)
2. HB 44 stig (19 dystir)
3. B36 40 stig (18 dystir)
4. Víkingur 36 stig (19 dystir)
5. 07 Vestur 30 stig (19 dystir)
6. EB/Streymur 16 stig (17 dystir)
7. TB 15 stig (19 dystir)
8. B68 14 stig (18 dystir)
9. ÍF 12 stig (19 dystir)
10. AB 10 stig (18 dystir


 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder