07 Vestur slapp undan niðurflyting vegna málmun í fjør, og síðani eru fleiri spælarar farnir úr Sørvági.
Men í januar hevur 07 Vestur eisini styrkt seg við fleiri monnum - millum annað tveimum ungum dønum til verjupartin.
Sí eisini: 07 Vestur gjørt sáttmála við tveir ungar danir
Hesa vikuna eru nakrir sáttmálir kunngjørdir. Tveir, ið gjørdu góðan mun í fjør, Edvin Jakobsen og Jonathan Flensborg, hava longt sáttmálan við einum ári. Fyrrnevndi kom í gongd aftur í 07 Vestur í fjør - royndi skálamaðurin var úti í fleiri ár við knæskaða - og síðstnevndi kann fáa nógv týðandi mál í ár: Svenski áleyparin var heldur nógv skaddur í 2025.
![]()
Edvin Jakobsen fekk sína afturvendan til hægsta stig í Føroyum síðsta kappingarár (Mynd: jn.fo)
Umframt hesar, hevur Ári Egilsson skrivað undir sáttmála: 18-ára gamli lokali miðvallarin hevur higartil spælt við næstbesta liðið felagsins.
Nú áðrenn vikuskifti eru fleiri tíðindi at frætta av Dungasandi: Tveir nýggir miðvallarar eru lagdir afturat hópinum hjá 07 Vestur.
Tann eini er tó ikki nýggur í felagnum á nakran hátt: Høgni Egilstoft Nielsen spældi í níggju ár á besta liðnum hjá barndómsfelagnum, áðrenn hann fyribils setti gaggurnar á hilluna eftir kappingarárið 2023.
Hartarbeiðandi sentrali miðvallarin hevur í løtum verið liðformaður hjá 07 Vestur, og í dag kunnu tey fótbóltsáhugaði í Vágum fegnast um, at 28-ára gamli strategurin úr Sandavági er tøkur aftur fyri besta liðið.
- Høgni er ein av spælarunum, sum hevur myndað okkara lið og samleika í nógv ár. Vit skulu heilt aftur til 2013 fyri at finna hansara fyrsta dyst fyri besta lið hjá okkum. Síðani tá, hevur hann spælt 228 dystir við besta liði hjá 07 Vestur.
Høgni Egilstoft Nielsen spældi nakrar dystir við næstbesta liðnum hjá HB í fjør. Ola Arntsen, sum eisini er kunngjørdur nú, spældi í USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald