Óvæntað vann 07 Vestur í dag á Víkingi 2-1. Vágakvinnur fingu sostatt sín triðja sigur í ár, men hetta er fyrstu ferð, at tær taka stig frá øðrum enn botnliðnum AB/B71.
07 Vestur fekk bæði síni mál í fyrra hálvleiki. Tað fyrra kom eftir hornaspark tá Sissal Haraldsen fekk fótin á bóltin, og legði heimaliðið á odda. 2-0 málið kom bara tveir minuttir seinni tá Bettieyð gjørdist leys og smekkaði bóltin í netið.
Jensa Petursdóttir Olsen minkaði um munin 20 minuttir inn í seinna hálvleik, men fleiri mál komu ikki.
07 Vestur kemur við sigrinum upp á níggju stig, og minkar um munin upp til hini liðini.
Hinvegin dragnar Víkingur í spennandi stríðnum um gullkrónurnar. KÍ liggur fremst í deildini við 23 stigum, EBS/Skála á øðrum plássi við 21 stigum og NSÍ á triðja plássi við 20 stigum.
Í løtuni spæla B36 og NSÍ í Havn, og í Streymnesi spæla EBS/Skála og HB. KÍ er á vitjan Inni í Dal á Sandi, har AB/B71 tekur ímóti.
07 Vestur - Víkingur 2-1 (2-0)
22’ Sissal Haraldsen 1-0
24’ Bettieyð Ellingsgaard 2-0
65’ Jensa Petursdóttir Olsen 2-1
Støðan í Betri deildini kvinnur
1. KÍ (23 stig)
2. EBS/Skála (21 stig)
3. NSÍ (20 stig)
4. HB (18 stig)
5. Víkingur (17 stig)
6. B36 (16 stig)
7. 07 Vestur (9 stig)
8. AB/B71 (0 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald