Fótbóltur

07 Vestur við fyrsta sigrinum - B68 basti B36

Vágamenn kveistraðu lættliga TB til viks: 5-0 í botnbrakinum. B68 er nú nærri miðbólkinum, og Víkingur er nærri evropeiskum plássi eftir sigur á Eiði.

Bæði B68 og 07 Vestur vunnu gíðar sigrar í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bæði B68 og 07 Vestur vunnu gíðar sigrar í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-16 20:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í 10. umfari í fremstu mansdeildini eru spældir í dag, dýra biðidag.

Tað byrjaði við botndysti í Sørvági, har 07 Vestur við Sigtóri Petersen sum fyribils venjara gjørdi bart: Eftir 33 minuttir var 4-0, og serliga Mikkel Hyllegaard var í hopla. TB fall skjótt saman, og tað endaði 5-0. Trý ógvuliga kærkomin stig til 07 Vestur - fyri fyrstu ferð í ár.

B36 hevur tað heldur trupult móti lægri liðunum fyri tíðina. Fyri stuttum hevur EB/Streymur vunnið í Gundadali, og í fyrra dystinum móti B68 endaði tað 1-1 í høvuðsstaðnum - á Svangaskarði í dag endaði tað 2-1 til B68. Mattias Hellisdal hevði annars javnað við frálíkum máli, men Fríði í Túni Petersen syrgdi í 80. minutti fyri søtum sigri til Jákup á Borg og hansara menn. B68 er nú á 11 stigum.

Víkingur nærkast nú B36 og 4. plássinum. Dabo legði annars EB/Streym á odda, men Jørgen Nielsen, Jónatan Lervig og Víkingur svaraðu aftur. Øll málini komu í 1. hálvleiki - tað fyrsta hjá unga verjuspælara Víkings í fremstu deildini gjørdist avgerandi, og føroyameistararnir yvirhálaðu júst EB/Streym.

HB og KÍ spældu 1-1 í Gundadali. Les meira um tann dystin her.

Úrslit í 10. umfari

EB/Streymur - Víkingur 1-2 (1-2)
13' Boubacar Sidik Dabo 1-0
38' Jørgen Nielsen 1-1
40' Jónatan Lervig 1-2

07 Vestur - TB 5-0 (4-0)
8' Mikkel Elbæk Jakobsen 1-0
23' Jonathan Timothy Flensborg 2-0
26' Jonathan Tmothy Flensborg 3-0
33' Mikkel Hyllegaard 4-0
70' Filipi Drinic 5-0

B68 - B36 1-2 (0-0
53' Sebastian Lau Nielsen 1-0
71' Mattias Hellisdal 1-1
80' Fríði í Túni Petersen 2-1

HB - KÍ 1-1 (0-1)
17' Patrik Johannesen 0-1
90+3 Sammy Solitaire Skytte 1-1

Í morgin, leygardagin 17. mai

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder