Ein ávísur munur er á dystarmyndini í kvøld og henni móti Kekkia leygarkvøldið. Føroyar eru nógv betur við móti einum liði, sum ikki er eins ágangandi sum kekkar. Tó er man heldur heppin at hava javnvág í, nú steðgur er - men føroyingar hava søkt tað.
Føroyska liðið hevur tó spælt við eld. Fleiri ferðir hava spælararnir mist bóltin í uppspælinum, og verjuspælið kring brotsteigin kundi verið betri.
Myndir: Sverri Egholm
Tað hevur einaferð verið revsað, og hetta var beint eftir nakrar líknandi støður. Hanus Sørensen royndi at spæla 1-2 við René Shaki Joensen, albanar fóru avstað, Heini Vatnsdal kom upp, men fekk ikki bóltin, og so var ein rúgva av plássið. Eingin føroyingur var nær mámind Bajrani, tá hann róligt legði bóltin niður í longra málhornið.
Eina løtu seinni kundi verið 0-2. Heini Vatnsdal gjørdi brotsspark, men Teitur Matras Gestsson er sterkur í hesari greinini og bjargaði ógvuliga væl.
Harvið helt HB-málverjin Føroyum inni í dystinum, og hóast Albania hevur havt ein stóran málmøguleika afturat áðrenn hálvleik, so er nú 1-1. Gunnar Vatnhamar, sum í dag era sentrala miðvøllinum, vann eitt fríspark inni á albansku hálvuni til vinstru. Jóan Símun Edmundsson hevur ikki verið so eyðsýndur gjøgnum hálvleikin men legði nú væl innfyri, og Odmar Færø søkti støðuna og stútaði bóltin hart í albanska málið.
Odmar Færø kom væl fyrst á bóltin...(Mynd: Sverri Egholm)
...og so var 1-1 (Mynd: Sverri Egholm)
Mynd: Sverri Egholm
EM-undankappingarbólkur E, 3.(4.) umfar
Tórsvøllur, týsdagin 20. juni
Føroyar - Albania (1-1)
Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Hanus Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Sølvi Vatnhamar - Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald