Leygardagin var gott veður kring landið, men Inni í Dal á Sandoynni valdi dómarin at floyta dystin í 1. deild millum B71 og KÍ av eftir 17 minuttir, tí mett varð, at vindurin var ov nógvur.
Tá slíkt hendir, er reglugerðin hjá Fótbóltssambandinum, at dysturin skal takast uppaftur, og bert leikarar ið vórðu á upprunaliga dómaraseðlinum kunnu spæla við. Í hesum førinum skuldi dysturin á Sandi byrja í 17. minutti við støðuni 0-0, og FSF ásetti sunnudagin, at dysturin skuldi leikast týskvøldið 21/5 kl.19.00.
Dysturin í kvøld varð tó av ongum. KÍ hevði 14 leikarar á dómaraseðlinum leygardagin, men orsakað av skaða, sjúku o.ø bar ikki til hjá klaksvíkingum at fáa eitt lið suður í kvøld. Tí varð avgjørt í dag, at dysturin aftur skuldi flytast. Enn er ógreitt, hvør nýggja dagfestingin er.
KÍ liggur á 4. plássi í 1. deild við 16 stigum fyri 9 dystir. B71 hevur 8 stig fyri 8 dystir á 8. plássinum.
Fótbóltur
1. deild: B71 - KÍ aftur útsettur
Leygardagin varð dysturin Inni í Dal avblástur vegna vind. Nú skal nýtt dato finnast, eftir at klaksvíkingar ikki fóru suður í kvøld.
B71 og KÍ í dysti í Klaksvík í fjør (Mynd: Norðlýsið)
2019-05-21 22:28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald