
Í kvøld, mikudagin 19. mars, fer Betrideildin hjá kvinnum loksins í gongd. Fult umfar - fýra dystir - eru á skránni.
19.30:
FC Hoyvík - NSÍ
HB - B36
19.45:
07 Vestur - Skála
KÍ - Víkingur
Eftir eitt ára steðg er 07 Vestur aftur í Betrideildini við nýggjum útlendskum venjara. Vágakvinnur avloysa TB/FCS/Royn sum áttanda liðið í deildini.
07 Vestur leggur fyri móti Skála. Hesi bæði fara helst at kappast í niðaru hálvu.
Grannauppgerð er í Havn - HB kann væntast at vera sterkari enn B36.
Greipuvinnararnir úr NSÍ eru risafavorittar í Hoyvík, meðan mest spennandi dysturin á pappírinum verður í Klaksvík. Bæði KÍ og Víkingur, sum endaði við hvør sínum silvurheiðursmerkjum í 2024, vilja bjóða NSÍ av. Í fjør var ógvuliga tætt millum hesi trý liðini leingi.
Til ber at fylgja gongdini ovast á portal.fo ella á roysni.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald