Saman við KÍ, HB, FC Hoyvík og B68 skipar Fótbóltssamband Føroya fyri í alt fýra fótbóltsskúlum í summar, og um vikuskiftið hevur fyrsti fótbóltsskúlin verið.
Fyrsti fótbóltsskúlin var á Másheyggi í Klaksvík, har 120 børn luttóku.
– Í góðum umstøðum og líkindum fingu tey 120 børnini eina góða uppliving, við dygdargóðum venjingum, ið var fyriskipað av ungdómsvenjarunum hjá KÍ, við hjálp frá kvinnunum og monnum, ið mynda fremstu lið felagsins, skrivar FSF.
Næsta vikuskifti, fríggjadagin 28. og leygardagin 29. juni, er fótbóltsskúli aftur á skránni. Tá verður tað í Gundadali í Havn, har HB er vertur. Síðst í juli og fyrst í august verður skipað fyri fótbóltsskúlum á ávikavist Toftum og í Hoyvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald