Annað

1,28 mió. kr. verður latin ítróttinum

ÍSF handar stuðulin úr Úrval 2019 fríggjadagin.

Tilvildarlig mynd (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tilvildarlig mynd (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-02 15:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fríggjadagin 4. januar verður stuðulin úr Úrval 2019 handaður í ÍSF húsinum.

Íðkararnir og sersambondini, sum fáa stuðul í ár, umframt Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og umboð fyri nevndina í Úrval luttaka. 

Aðalmálini hjá Úrvali eru m.a. at:

– støðið í allari føroyskari úrvalsítrótt alsamt hækkar,

– menna og stuðla serliga evnaríkum og ágrýtnum ítróttarfólkum, sum kunnu gerast úrvalsítróttafólk,

– gera tað møguligt hjá úrvalsítróttafólki at sameina ítrótt, útbúgving og arbeiði. 

Hetta er sætta árið, Úrval letur stuðul. Í ár verður íalt latið 1.284.753 kr. í stuðli, skrivar Ítróttasamband Føroya á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder