Hondbóltur

13-14: Føroyingar hava tamarhald á slovakum

Eftir eina trilvandi byrjan hava føroyingar bart seg uppaftur í fyrra hálvleiki.

Helgi H. Hoydal skorar fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

Helgi H. Hoydal skorar fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-11 14:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyingar hava spælt javnt upp við Slovakia í fyrra hálvleiki í HM-undandystinum í Luksemburg

At byrja við, sá ikki sæl út hjá føroyska liðnum,sum var fyri eyðmýkjandi tapi móti Litava í gjár. Eitt skifti var Slovakia frammanfyri við fimm málum.

Men unga føroyska liðið hevur bart seg uppaftur í dystinum í dag.

Sum fráleið fingu teir tamarhald á verjuspælunum móti granvaksnu slovakunum, harav fleiri eru høvdið hægri enn føroyska verjan.

Og við kvikum og snildum spæli eydnaðist tað at koma upp á javnt 9-9 í 21. minutti. Móti endanum av dystinum var tað javnt fyri tað mesta – føroyingar vóru framman fyri eitt skifti, men móti endanum av hálvleikinum eydnaðist tað slovakum at koma framumaftur, so hálvleiksstøðan nú er 14-13 til Slovakia.

Men tað er eitt heilt annað føroyskt lið, sum er at síggja í stásiligu d’Coque-høllini í Luksemburg í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder