Fótbóltur

13 luttakarar byrjaðir á A-venjaraskeið

Í vikuni byrjaði A-venjaraskeiðið hjá FSF – Luttakararnir – ein kvinna, og 12 menn – fáa væntandi prógv um hálvtannað ár.

(Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

(Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2021-08-22 17:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni byrjaðu 13 luttakarar á A-venjaraskeiði hjá FSF – ein kvinna og 12 menn.

– Tað er altíð hugaligt, tá nýggir venjarar taka við, og vit eru sum heild væl nøgdir við talið á luttakarum, ið nú eru byrjaðir á A-venjaraútbúgvingini, sigur tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Mikudagin savnaðust teir 13 luttakararnir fyri fyrstu ferð, og eftir at teir vórðu kunnaðir um, hvør leisturin fyri skeiðið fór at vera, og hvussu skráin sær út, varð farið í gongd.

Nakað av teori og venjing var á skránni mikudagin og hósdagin – bæði á Tórsvølli og á Svangaskarði – og komandi hálvtannað árið verða umleið 25 savningar, umframt at hvør luttakari hevur ein vegleiðara, ið javnan vitjar úti í felagnum. Harafturat er eisini ein námsferð á skránni, og tá verður vitjað í einum av okkara grannalondum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder