Fótbóltur

13 luttakarar byrjaðir á nýggjum A-venjaraskeiði

Tíggju menn og tríggjar kvinnur eru á skeiðnum hjá FSF, sum byrjaði mánadagin..

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2023-08-26 20:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Mánadagin settu 13 komandi UEFA A-venjarar seg við undirvísingarborðini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Nýtt A-venjaraskeið er byrjað, og um alt gongur eftir ætlan, verða tey – tíggju menn og tríggjar kvinnur – liðug seint á heysti í 2024.

– Tað er altíð hugaligt, tá nýtt venjaraskeið byrjar. Vit kenna tey flestu frá øðrum skeiðum, men tá talan er um A-skeið, verða tey trýst eitt sindur meir enn áður, og uppgávurnar eru eitt sindur størri. Men saman fara vit at koma í gjøgnum útbúgvingina, so vit gleða okkum til komandi tíðina, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri hjá FSF.

Síðan 2007, tá Fótbóltssamband Føroya fór undir A-venjaraútbúgvingina sum vit kenna hana í dag, hava eini 150 venjarar staðið royndina, og í dag eru 76 føroyskir venjarar, ið hava galdandi prógv, og sum kunnu kalla seg UEFA A-venjarar.

[object Object]
Luttakarar og instruktørar (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder