
Um vikuskiftið vóru Ovari vøllur og Niðari vøllur í Gundadali karmur um fótbóltsskúlan, sum HB og FSF skipaðu fyri.
Tilsamans 130 børn í aldursbólkunum U7, U9, U11 og U13 luttóku. Líkindini vóru góð, og gekk alt avbera væl, skrivar FSF.
Talan var um fjórða og síðsta fótbóltsskúla í ár.
Samlaða luttakaratalið á fótbóltsskúlunum, sum FSF hevur skipað fyri í samstarvi við KÍ, AB, B68 og HB hevur verið væl omanfyri 500, skrivar FSF.
– Vit eru sera væl nøgd við tann innsats, ið feløgini hava víst, so vit gleða okkum longu til næsta summar, tá fótbóltsskúlarnir væntandi aftur verða á skránni, sigur Christina Ravnsfjall, ið vegna FSF hevur samskipað fótbóltsskúlarnar, sum hava verið í Klaksvík, á Argjum, á Toftum og í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald