Fótbóltur

135 á fótbóltsskúla á Argjum

Sum heild gekk alt væl, børnini fingu nógv burturúr, sigur formaðurin í AB, Marius Thomassen við FSF.

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2023-07-10 15:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Saman við KÍ, AB, B68 og HB, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri í alt fýra fótbóltsskúlum í summar, og hósdagin og fríggjadagin í farnu viku var annar av fýra fótbóltsskúlum hjá Fótbóltssambandinum á Argjum.

135 børn luttóku, og umstøðurnar á og kring vøllin á Argjum eru framúr góðar, og sum heild gekk væl at skipa fyri fótbóltsskúlanum, siga tey í AB.

– Vit høvdu nógvar og góðar venjarar at hjálpa til, so ja, sum heild gekk alt væl, og eg haldi eisini at børnini fingu nógv burturúr, sigur formaðurin í AB, Marius Thomassen við heimasíðuna hjá FSF.

Í juni var fótbóltsskúli í Klaksvík, har 125 børn luttóku, og í august verða tveir fótbóltsskúlar á skránni – á Svangaskarði á Toftum og í Gundadali í Havn.

Fótbóltsskúlin á Toftum verður skipaður í tveimum. Mikudagin 2. og hósdagin 3. august luttaka U11 og U13, meðan fótbóltsskúlin fyri U7 og U9 verður fríggjadagin 4. og leygardagin 5. august. Tilmeldingarfreistin til fótbóltsskúlarnar á Toftum er 29. juli.

Fótbóltsskúlin í Gundadali verður 11. og 12. august, og tá er freistin at boða frá luttøku týsdagin 8. august, skrivar FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder