Annað

15 boksarar til Danmarkar um vikuskiftið

Fyri fyrstu ferð verður eitt lið úr Klaksvík við á boksistevnu uttanlands.

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-02-09 10:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ikki færri enn 15 nevaleikarar úr Føroyum vera um vikuskiftið við í eini boksistevnu í Nykøbing á Sælandi í Danmark.

Úr Tórshavn boksing vera fýra ungir boksarar, ið skulu boksa sokallaðar diplom-dystir, ið eru fyri byrjarar og seks, ið skulu boksa veruligar dystir.

Úr Klaksvík Boksing fara fimm boksarar, ið allir skulu royna seg í diplomdystum.

Janus Paturson, Karstin Ljósstein og Filip Rasmussen úr Tórshavn Boksing skulu allir boksa sín næsta diplomdyst, meðan Marjun Slættanes skal royna seg á fyrsta sinni.

David Kunoy (70 kg) skal royna seg í veruligum dysti á níggjunda sinni. Talan verður um ein U19 dyst móti boksara úr Rødovre.

Magni Vang (70 kg) skal royna seg á triðja sinni. Hesaferð móti einum boksara frá Kalundborg. Hetta er ein elitu-dystur og tað vil siga, at tað verður uttan hjálp. Sama er galdandi fyri Teit Annand (59 kg), sum skal royna seg á sætta sinni, hesaferð eisini móti einum mótstøðumanni frá Kalundborg.

Jonathan Malaikev (60 kg) boksar sín tíggjunda dyst, móti einum eliteboksara frá Gladsaxe.

Nóa Jacobsen (44 kg) skal royna seg á triðja sinni móti einum frá Gladsaxe og seinasti maður frá Tórshavn Boxing er gávuríki ungi Heri Ziskason (44 kg) sum skal royna seg á fyrsta sinni í rættiligum dysti. Hann skal boksa U15-dyst móti einum drongi úr Korsør.

Venjararnir Nurlan Malaikev og Martin Meng hava vónir um at hesir boksararnir allir hava góðar møguleikar fyri at vinna sínar dystir, tí teir eru í góðari venjing.

Boksararnir úr Klaksvík skulu allir royna seg í diplomdysti. Rókur Fonn hevur boksað ein diplomdyst fyrr, meðan hini skulu royna seg fyri fyrstu ferð.

Tey eru Ragnhild Sharp, Hanus Steiberg, Filip Joensen og Leivur Fonn.

Við 15 nevaleikarum til samans er talan um størsta hópin av føroyskum boksarum nakrantíð, sum fer av landinum til at luttaka á boksistevnu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder