Fótbóltur

16-0 seinastu fýra dagarnar

Manchester City var aftur sera sannførandi í steypadysti móti liðið úr lægru deild.

Gabriel Jesus skoraði fýra útav teimum níggju málunum hjá City í kvøld
(Mynd: EPA)

Gabriel Jesus skoraði fýra útav teimum níggju málunum hjá City í kvøld (Mynd: EPA)

2019-01-09 21:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Manchester City tók í kvøld ímóti Burton Albion, ið liggur í nummar níggju í triðbestu ensku deildini. Talan var um fyrru hálvfinaluna í Carabao Cup. At siga at talan var um klassamun, er ikki at gera ov nógv av. City hølvaði Burton av og vann 9-0.

Tað byrjaði longu eftir fimm minuttir. Síðani var ein steðgur, til hálvur tími var leiktur. So kom av álvara gongd á, og tað var 4-0 í steðginum. City helt á at dominera, og at koma ígjøgnum verjuna hjá útiliðnum næstan sum teimum lystu. Við leikarum sum De Bruyne, Silva og Sané í hopla sá tað lætt út, og Gabriel Jesus gjørdist tvífaldur málskjútti í báðum hálvleikunum.

Hóast heimaliðið setti ferðina eitt sindur niður sum minuttirnir gingu, so helt heimaliðið á at skapa møguleikar, og tað kundi verið talan um tveysiffraðan sigur. Burton fekk tó steðgað bløðingini eitt sindur, men tað kann helst róliga sigast, at Manchester City fer at koma í finaluna. Fyri at vinna kappingina fyri triðju ferð uppá  fýra ár skal liðið hjá Guradiola basa Tottenham ella Chelsea. Í gjár vann Tottenham 1-0 á Wembley í fyrru uppgerðini millum London-feløgini.

Sunnudagin vann Manchester City 7-0 á Roterham í FA Cup, so í løtuni er liðið flúgvandi og megnar at skora eina rúgvu av málum. 

Manchester City - Burton Albion 9-0 (4-0)
1-0 Kevin De Bruyne
2-0 Gabriel Jesus
3-0 Gabriel Jesus
4-0 Olexandr Zinchenko 
5-0 Gabriel Jesus
6-0 Phil Foden
7-0 Gabriel Jesus
8-0 Kyle Walker
9-0 Riyad Mahrez

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder