2019-08-21 11:30
Hann kom inn, tá fimm minuttir restaðu í av vanligu leiktíðini, í Gundadali móti TB leygardagin. 16-ára gamli Mattias Weihe Joensen vísti nøkur góð ting á vinstra bakki, og nú hevur B36 gjørt sáttmála við unga leikaran.
Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Mattias hevur í fleiri ár víst seg sum ein av sínum ungu spælarum, og at hann kann røkja flestu plássini sentralt og til vinstru, samstundis sum kropsliga styrkin eisini er heilt góð.
Mattias Weihe Joensen hevur leikt 6 U17-landsdystir í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald