Um vikuskiftið skrivaði 16 ára gamli Marius Árting Allansson undir sín fyrsta sáttmála við B36.
Marius er uppaldur í felagnum, og hevur hann longu sitið onkran dyst á bonkinum á Betri-liðnum, umframt at hann eisini hevur spælt við øðrum liði hjá B36.
– Ungdómsárini hevur ferðmikli spælarin prógvað, at hann væl kann verða ein av teimum, sum vit koma at síggja nógv til komandi árini, og sáttmálin er eisini tekin um, at hetta er ein spælari, sum høvuðsvenjari okkara sær góðar møguleikar í, skrivar felagið á heimasíðuna.
16 ára gamli miðvallarin hevur fyribils skrivað undir sáttmála til kappingarenda 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald