Fótbóltur

17 venjarar fingið B-prógv

Á lítlari hátíðarløtu týsdagin fingu 17 venjarar handað UEFA B-venjaraprógv. Talan var um 11 menn og seks kvinnur.

(Mynd: Bjarni Enghamar)

(Mynd: Bjarni Enghamar)

2022-09-10 17:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: – Hetta hevur verið ein spennandi tíð, har vit hava lært nógv. Tað hevur eisini verið hugaligt, at fleiri kvinnur hava tikið lut á skeiðnum, og eg vóni samstundis, at enn fleiri kvinnur leggjast afturat venjaraskaranum.

Soleiðis sigur Maibritt Olsen, ið farna týsdag var millum venjararnar, ið fingu handað UEFA B-venjaraprógv.

Undan kvinnulandsdystinum móti Skotlandi, skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri eini lítlari hátíðarløtu á Tórsvølli, har teir 17 venjararnir fingu handað prógvini.

Tað var Rúni Herup Olsen, limur í Útbúgvingar- og menningarnevndini hjá FSF, ið stóð fyri handanini.

Nær nýtt UEFA B-venjaraskeið aftur verður á skránni, er ikki endaliga avgjørt enn, men væntandi tíðliga í vár komandi ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder