Hondbóltur

18-14 í hálvleikinum

Tað sær gott út í løtuni - men føroyingar hava tveit ov nógvar bóltar burtur.

Leivur Mortensen í skotroynd. Hann hevur skotið tvey mál í tveimum royndum í fyrra hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Leivur Mortensen í skotroynd. Hann hevur skotið tvey mál í tveimum royndum í fyrra hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-08 19:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar føra við fýra málum í hálvleikinum í sera spennandi dystinum á Hálsi móti Norðurmakedonia.

At dysturin hevur stóran týdning, merkist á spenninginum í høllini.

Høllin er fullsett, og føroyska liðið fær dyggan stuðul frá føroysku áskoðarunum.

Spælið er intenst, og tað eru makedonarar, sum eru meira trýstir. Tað merkist væl, serliga á makedonska útskiftingarbonkinum.

Og makedonar eru heldur ikki komnir fyri at spæla bleytan hondbólt. Teir eru harðir og kontantir í sínum spæli, serliga verjuspæli. Fimm ferðir eru makedonsku verjuspælararnir revsaðir við 2 minuttirs útvísing. Føroyar hava havt tvær.

Føroyar byrjaðu sum eitt óløgi og hava verið á odda í øllum hálvleikinum. Eina løtu í byrjanini av dystinum sá heilt gott út. Vit vóru á odda 7-2 og makedonski venjarin, Lazarov, tók leikbrá, og byrjaði at spæla 7 móti 6.

Og tað hjálpti. Makedonia vann rættiliga skjótt trý mál innaftur, men tó ikki meira.

Føroyar lildu seg frammanfyri so at siga alla tíðina. Seinastu minuttirnar av dystinum øktist føroyska leiðslan – eitt skifti upp í seks mál.

Í hálvleikinum er munurin fýra mál – 18 til Føroyar og 14 til Norðurmakedonia.

Tað er greitt, at makedonska liðið spælir eitt seinni. Teir virka tyngri, men sterkari.

Føroysku leikararnir eru kvikari á fótum og meira snildir í sínum spæli og loysnum. Men teir spæla harvið eisini við størri risiko, og hava mist fleiri bóltar í álopi.

Alt í alt sær gott út. Spurningurin er um vit klára at halda leiðsluna. Men hon skal helst økjast. Ein fýra máls leiðsla er í minna lagi at taka við sær til Skopje. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder