"Lat meg vinna. Men vissi eg ikki kann vinna, lat meg so hava dirvi at royna".
Tað var Erla Marr Erlandsdóttir ið las Special Olympiska eiðin á førosykum til setanina av ársins Special Olympics ítróttarfestivali, ið er í Kolding um vikuskiftið
18 føroysk ítróttarfólk luttaka í festivalinum hesuferð í ítróttargreinunum frælsum ítrótti, boccia, bowling, badminton og rútmiskum fimleiki.
Luttakaratalið á ársins SO festivali liggur um 1300, harav omanfyri 300 koma úr øðrum norðurlondum enn Danmark.
Umframt kappingar, bjóðar ítróttarfestivalurin uppá ókeypis heilsukanning, heilsuráðstevnu, og annars tað mesta av tí vit vanliga seta í samband við festivalar, við tónleiki og veitsluhýri.
Festivalurin varð settur fríggjakvøldið, leygarmorgunin var flokking, og kappingarnar halda á fram til sunnudag á middegi.
Hetta er fyrstu ferð, at aðrir føroyskir íðkarar enn fimleikarar luttaka á festivalinum, men eru øll á einum málið at hetta neyvan verður seinasta ferðin.
Tey ið luttaka í ársins festivali eru:
Badminton: Oddur Gleðisheygg (ÍF)
Fimleikur: Sofía Øregaard, Eyð Patursson, Jenny Thomsen, Rúna Falkvard, Rannvá Falkvard, Brestir Gåsedal og Súsanna Johannesen (øll úr Fimleikafelagum Ljósið)
Frælsur ítróttur: Aron av Rana, Símun Foldbo og Jóanis í Dalinum (Miðnám á Kambsdali)
Boccia: Elvin Weihe, Eli Olsen, René Lið Thomsen og Sjúrður Hússgarð (Ítróttarfelagið Svanur)
Bowling: Erla Marr Erlandsdóttir, Durita Strøm og Alexander Mittún Darvichi (Ítróttarfelagið Smæran)
Tað er Special Olympics deildin undir Parasport Føroyar ið samskipar túrin.
Ferðalagið kemur aftur til Føroyar sunnudagin, og tá vóna vit at vit hava nøkur heiðursmerki og eina rúgvu at góðum upplivingum í viðførinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald