Tá føroyski álopsparturin koyrdi veruliga væl, vóru tað systkinabørnini Óli Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum gingu á odda.
Síðstnevndi tók sum altíð stóra ábyrgd og hevði sjey mál og sjey upplegg - Elias brendi tvey skot men spældi flott seinastu 40 minuttirnar.
Óli Mittún brendi trý og hevði tað heldur torført fyrstu løtuna, men so líðandi kom eldur í 19-ára gomlu stjørnuna hjá IK Savehof. Hann tryggjaði Føroyum tryggjari leiðslu seinastu løtuna fyri steðgin, og í 2. hálvleiki var Óli beinleiðis óstýriligur og flúgvandi í løtum.
Ungi føroyingurin, sum skal spæla hondbólt á Fjóni frá næsta kappingarári vísti veruliga sínar dygdir.
Tað gjørdi Teis Horn Rasmussen til tíðir eisini á strikuni. Sterki havnarmaðurin skoraði fimm mál uppá sjey royndir. Hákun West av Teigum skoraði eitt fleiri. Høgri vongurin úr Fuchse Berlin brendi tó kanska heldur nógv (fimm skot)
Í føroyska málinum stóð Pauli Jacobsen ógvuliga væl gjøgnum dystin. Hoyvíkingurin hevði serliga nakrar stórbjargingar fyri steðgin og hevði helst samanlagt 15 bjargingar - við øllum.
Undankappingin til EM 2026, fyrsta umfar
Høllin á Hálsi, mikudagin 06. november
Føroyar - Kosovo 32-21 (13-9)
Føroyskir málskjúttar:
Óli Mittún 8 mál - 5 upplegg
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 mál - 7 upplegg
Hákun West av Teigum 6 mál
Teis Horn Rasmussen 5 mál
Rói Berg Hansen 3 mál
Pætur Mikkjalsson 1 mál
Vilhelm Poulsen 1 mál
Tróndur Mikkelsen 1 mál
Bjargingar:
Pauli Jacobsen: 13 bjargingar av 33 skotum – 38 prosent (hevði tvær aðrar bjargingar, sum ikki telja við í almenna yvirlitinum)
Dystargongdin:
5 min: 2-1
10 min: 3-2
15 min: 5-6
20 min: 8-7
25 min: 10-9
30 min: 13-9
35 min: 16-10
40 min: 19-13
45 min: 23-14
50 min: 26-14
55 min: 29-18
60 min: 32-21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald