Hondbóltur

19 U17-leikarar úttiknir til Nordic Open

6. - 8. juni verður ungdómskapping í hondbólti í Føroyum.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2025-05-17 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vikuskiftið 6. – 8. juni verður stórsligin ungdómskapping í hondbólti fyri U17-menn í Føroyum.

Talan er um nýggja kapping, rópt Nordic Open, í ár fyri aldursbólk 2008 og 2009, sum Hondbóltssamband Føroya skipar fyri.

Umframt Føroyar luttaka Týskland, Sveis og Ísland í kappingini.

Føroyar spæla fyrsta dyst móti Íslandi 6. juni í Bylgjuni í Runavík. 7. juni spæla Føroyar móti Týsklandi við Tjarnir, og 8. juni spæla Føroyar og Sveis við Tjarnir, skrivar Hondbóltssamband Føroya.

19 leikarar eru úttiknir til at umboða Føroyar. Teir eru:

Málverjar:
Micah Wardum Ragnarsson, H71
Jákup Arngrímsson Müller, Valur
Rókur av Skarði, Neistin

Útileikarar:
Gilli Reginson, Neistin
Teitur Hellisdal, Kyndil
Klæmint Ludvig, H71
Axel Holm Simonsen, H71
Regin Dam, Neistin
Gabriel Nolsøe Petersen, Kyndil
Rani Johannesen, Neistin
Petur Tóri Jacobsen, H71
Hákun Rask Olsen, Neistin
Mortan Eyðunarson, Ikast FS
Boas á Skipagøtu, H71
Páll Müller, Team Klaksvík
Hugin Halgilson, H71
Teitur Bogason, Kyndil
Brandur Debes Dánialsson, Ajax København
Árni Lassen, Neistin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder