Tveir føroyskir U21-landsliðsprofilar eru fyri kortum skiftur til svenskan fótbólt: Mattias Hellisdal var við í nøkrum dystum í uppflytingini hjá Västerås úr næstbestu deilini í heyst, og í desember keyptu svensku meistararnir, Mjällby, Áka Samuelsen fyri nakrar milliónir frá norska Ranheim.
Hetta vikuskifti hava báðir roynt seg í 1. umfari í svensku steypakappingini, sum koyrir við bólkaspæli. Tað hilnaðist væl hjá evnaríku havnarmonnunum - báðir vóru við í 2-0 sigri.
Mattias Hellisdal spældi ikki leingi, men miðvallarin kom inn móti endnaum í útisigrinum á AIK, sum Mikkjal Thomassen fyri kortum er farin úr.
Mattias Hellisdal
Áki Samuelsen spældi hálvan tíma í heimasigrinum. Vongurin kom inn, tá hálvur tími var eftir, og støðan var 1-0 móti Kalmar FF. Síðani skoraði Mjällby einaferð afturat, og er liðið harvið í góðari støðu í bólkinum.
Örgryte er á skránni í 2. umfari um eina viku, sunnudagin 1. mars. Tá spæla Mattias og Västerås móti Häcken.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald