Fótbóltur

20. umfar skal spælast liðugt í kvøld

Tríggir dystir í Betri-deildini verða leiktir í kvøld.

Víkingur skal reisa seg í Sarpugerði, meðan EB/Streymur leitar eftir einum sigri aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur skal reisa seg í Sarpugerði, meðan EB/Streymur leitar eftir einum sigri aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-23 11:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuskiftinum verða flestu "fótbóltseygu" í Føroyum vend ímóti Tórsvølli, har sjey steypafinalur verða leiktar. 

HB og B36 hittast í finaluni í Løgmanssteypið, og tí spældu hesi liðini sínar dystir í 20.umfarið fyri viku síðani. Tá vann HB 4-1 í Sørvági, og B36 vann týdningarmiklan 2-1 sigur á KÍ í Gundadali. 

Í kvøld skulu hini seks liðini í eldin, har tað serliga snýr seg um stríðið um Evropa og niðurflyting:

20.umfar:

17.30: Víkingur - TB/FCS/Royn
18.00: AB - NSÍ
19.00: EB/Steymur - Skála

Víkingur var fyri 4-1 eyðmýking móti 07 Vestur í Sarpugerði sunnudagin. Tvífaldi føroyameistarin hevði tó bert tíggju leikarar seinastu 65 minuttirnar, eftir at Andreas Lava Olsen fekk reytt kort í 1.hálvleiki. Undan hesum tapinum høvdu víkingarnir vunnið seks dystir á rað.

Suðringar taptu greitt móti oddaliðnum í Gundadali sunnudagin, men hava fyrr í ár vunnið í Sarpugerði; tað var í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Liðið hjá Glenn Ståhl fekk eisini málleysan javnleik har seinast í apríl. Víkingur hevur tørv á einum sigri í stríðnum um Evropa, meðan Suðringar skulu royna at renna undan 07 Vestur og AB.


Argjamenn fingu sunnudagin stig fyri fyrstu ferð síðani í mai. 1-1 javnleikurin móti B36 kann fáa týdning. Í kvøld er formsterka NSÍ á vitjan. Runavíkingar hava vunnið allar fýra dystirnar eftir summarsteðgin, stevna beint ímóti evropeiskum plássið, og hava møguleika at nærkast KÍ.

AB er nú aftast í betri-deildini, men kunnu fáa samaband við Suðringar og niðurflytingarstrikuna. AB hevur fyrr í ár sligið NSÍ út steypakappingini, men steypavinnararnir hava vunnið báðar dystirnar í landskappingini


Á Eiði eru tað tvey lið, ið liggja í einum ongamannalandið, sum hittast. Talan er eisini um tvey lið, ið ikki hava sterkan form. Seinastu tíggju dystirnar(fimm hjá hvørjum liðið) hava EB/Streymur og Skála fingið tvey stig(ein javnleik í part) Liðini hava tó bert hitt liðum í topp-fýra í hesum dystunum.

Nú er EB/Streymur aftur í Hólmanum eftir fýra útidystir á rað, og liðini bæði vilja sleppa undan at enda í niðurflytingarstríðnum. Fyrr í ár endaði tað málleyst millum liðini á Eiði; í dystinum á Skála vann EB/Streymur 2-0.

Støðan í Betri-deildini:
1. HB (52 stig)*
2. KÍ (44 stig)*
3. NSÍ (39 stig)
4. Víkingur (35 stig)
5. B36 (34 stig)
6. EB/Streymur (18 stig)
7. Skála (18 stig)
8. TB/FCS/Royn (15 stig)
9. 07 Vestur (10 stig)
10. AB (9 stig)

*Ein dyst fleiri

  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder