Hondbóltur

204 hondbóltsdystir í tríggjar dagar

Faroe Islands Handball Cup í Vági verður aftur í næsta ár.

2021-08-05 11:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stóra tiltakið Faroe Islands Handball Cup 2021 í Vági endaði í gjár eftir tríggjar sera væl eydnaðar dagar við hondbólti, upplivingum og minnum. Tilsamans 204 dystir vórðu spældir í ár.

Stóra hondbóltskappingin hevur merkt Vágsbý frá tí at tiltakið byrjaði til í gjárkvøldið, tá flestu luttakararnir løgdu leiðina norð um Suðuroyarfjørð.

- Vit fyriskiparar takka øllum luttakarum, øllum hjálparfólkum, høvuðsstuðlinum Suðuroyar Sparikassa og øllum øðrum stuðlum, skrivar Dennis Holm, stigtakari og fyriskipari, og boðar samstundis frá, at fyrireikingarnar til Faroe Islands Handball Cup 2022 longu eru farnar í gongd.

[object Object]Neistin vann kappingina fyri U10 dreingir. Teir vunnu á H71b í finaluni. Neistadreingir U10 gjørdist nummar trý

[object Object]Neistin vann eisini kappingina fyri U10 gentur. Neistin 1 vann finaluna 8-1 móti H71c. H71a gjørdist nummar trý.

[object Object]Hjá U12 gentum gjørdist H71 vinnari. H71a vann 7-6 á Neistanum. VB1 gjørdist nummar trý

[object Object]H71 vann eisini kappingina fyri U12 dreingir. H71a vann finaluna 13-12 á H71b. Tjaldur gjørdist nummar trý

[object Object]Hjá U14-dreingjunum gjørdist Neistin greiður vinnari. Neistin 1 vann 25-13 móti Kyndli. Team Klaksvík gjørdist nummar trý

[object Object]H71 vann kappingina fyri U14 gentur. H71b vann 14-6 í finaluni móti Tjaldur 2. VÍF gjørdist nummar trý

[object Object]Kyndil vann kappingina fyri U16 gentur. Kyndil a vann 17-10 á H71 í finaluni. EB gjørdist nummar trý.

[object Object]Kappingin fyri U16 dreingir gjørdist sera spennandi. Man tað var greitt, at H71 fór at finna, tí a- og b-liðið hjá felagnum úr Hoyvík høvdu spælt seg í finaluna. H71a vann 17-16. EB gjørdist nummar trý

Heimasíða

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder