Ein málverji afturat, ein miðverji/verjukendur miðvallari afturat og ein áleypari/vongur afturat.
Håkan Ericson og Eli Hentze skulu í vikuni - eftir dystirnar í Betrideildini í annaðkvøld - gera av, hvøjrir tríggir teir seinstu spælararnir í A-landsliðiðhópinum í september verða.
Hetta staðfesti høvuðsvenjarin í samrøðu við Televarpið beint eftir úttøkuna í trappustovuni hjá FSF fyrrapartin. Håkan Ericson segði eisini, at hann og Hallur Hansson hava havt longri samrøður um støðuna, men at serliga spælarin sjálvur metir, at júst nú er ikki rætta tíðin at koma við aftur á A-landsliðið. Royndi miðvallarin, sum gjørdist landsliðsliðformaður, eftir at Håkan tók við í 2020, hevur millum annað byrjað inni í seinastu trimum Conference League-dystunum hjá KÍ.
Hallur Hansson legði KÍ á odda 2-1 móit HJK Helsinki. Maðurin, sum hevur havt stórar trupulleikar við knænum seinastu tvey árini, umhugsaði støðuna um landsliðið um vikuskifti, sigur Håkan Ericson (Mynd: Sverri Egholm)
Álopsessini hjá KÍ, Páll Andrasson Klettskarð og Árni Frederiksberg, eru ikki tøk til landsliðið. Venjaratoymið hevur tó aftur roynt at fáa fatur á Árna, sambært bolt.fo.
Mattias Lamhague er ógvuliga ivasamur. Venjaratoymi vil líka síggja hansara støðu nærri, nú Mattias er byrjaður at venja eitt sindur í Danmark aftur, men har kemur helst ein annar málverji fyri skaðadarvaða Frederica-málverjan. Teitur Matras Gestsson er komin afturat Bárði á Reynatrøð, og nógvir aðrir eru nú við aftur landsliðnum, í mun til Baltic Cup í juni:
Andras Edmundsson og Brandur Hendriksson Olsen eftir avboð seinast, og Hørður Askham, Mads Boe Mikkelsen og Sølvi Vatnhamar eftir skaðar.
Andrias Edmundsson í nærdysti móti Noreg í fjør. Sterki miðverjin ynskti ikki at koma við til Baltic Cup í juni, tí hann var í gongd við at skifta til Wisla Plock, sum kappast ovarliga í næstbestu pólsku deildini. Andrias hevur higartil fingið fitt av spælitíð har (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Håkan Ericson nevndi á tíðindafundinum, at tað er jaligt, at Andrias, Hørður og Daniel Johansen hava tikið eitt fet upp á yrkisleiðini. Verjuspælararnir spælu allir í triðbestu deild síðsta kappingarár. Andras spælir nú í næstbestu pólsku deildini, og Hørður og Daniel í tí næstbestu donsku deildini.
Í mun til júst verjuna: Hóast hann hevur U21-aldur, og U21-landsliðið eisini spælir í september, er Samuel Chukwudi við A-landsliðnum aftur. Landsliðsvenjarin er vælnøgdur við árið hjá HB-miðverjanum, og fær hann mest sannlíkt leiklut í dystunum móti Norðurmakedónia og Lettlandi.
A-landsliðshópurin:
Skíggjamynd: Televarpið
Málverjar:
Teitur Matras Gestsson, HB
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Jann Julin Benjaminsen, B36
Viljormur Davidsen, HB (Liðformaður)
Daniel Johansen, Hillerød
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Miðvallarar:
Brandur Hendriksson, Frederikstad (Norra)
René Shaki Joensen, KÍ
Hanus Sørensen, HB
Adrian Justinussen, Hillerød (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Norra)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Nations League 2024 - deild C, bólkur 4
1. umfar, leygardagin 7. september
Føroyar - Norðurmakedónia