Í gjár, leygardagin 28. februar var 2. steypakapping í estetiskum fimleiki hildin í Klaksvík.
22 lið kappaðust. Liðini vóru úr feløgunum Klaksvíkar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósið, Havnar Fimleikafelag og Fimleikafelagnum Støkk, skrivar Føroya Fimleikasamband.
Úrslitini gjørdust hesi:
Hjá pinkum kappaðust sjey lið frá KF, Ljósinum, HF og Støkk. Nr 1 gjørdist Alda frá HF við 15,30 stigum, nr 2 gjørdist Flora frá Støkk við 13,90 stigum, og nr 3 gjørdist Auriga frá Ljósinum við 13.77 stigum.
![]()
Hjá smágentum kappaðust seks lið frá KF, Ljósinum, HF og Støkk. Nr 1 gjørdist Liva frá HF við 17,45 stigum, nr 2 gjørdist Vípan úr Støkk við 16,52 stigum, og nr 3 gjørdist Vióla úr Støkk við 15,15 stigum.
![]()
Hjá gentunum kappaðust fimm lið frá Ljósinum, HF og Støkk. Nr 1 gjørdist Enya frá HF við 19,37 stigum, nr 2 gjørdist Nova frá HF við 18,15 stigum, og nr 3 gjørdist Lilja frá Støkk 18,00 stigum.
![]()
Hjá unglingunum kappaðust tvey lið frá Ljósinum og Støkk. Nr 1 gjørdist Norma frá Ljósinum við 22,40 stigum, og nr 2 gjørdist Aiva frá Støkk við 21,63 stigum.
![]()
Hjá kvinnunum kappaðust tvey lið frá Ljósinum og Støkk. Nr 1 gjørdist Lyra frá Ljósinum við 24,45 stigum, og nr 2 gjørdust Rósan frá Støkk við 23,77 stigum.
![]()
3. steypakapping verður í Bylgjuni í Runavík 15. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald