Annað

22 nýggj ítróttafeløg uppá tvey ár

– Tað er sera gleðiligt, at vit hava so nógv,góð fólk kring alt landið, sum taka stig til at skipa ítrótt fyri øll, staðfestir Elin H. Joensen..

Klintring og Pool eru eisini skrásett sum menningarambond seinastu tvey árini

Klintring og Pool eru eisini skrásett sum menningarambond seinastu tvey árini

2024-08-29 17:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyskur ítróttur er í rúkandi menning. Tað staðfestir ÍSF, nú tey eru liðug at skráseta øll ítróttafeløg í landinum. Talið er vaksið við 22 feløgum seinastu tvey árini.

– Tað er sera gleðiligt, at vit hava so nógv,góð fólk kring alt landið, sum taka stig til at skipa ítrótt fyri øll.

Hetta staðfestir Elin H. Joensen, forseti í ÍSF, nú rúgvismikla virksemið innan ítrótt er gjørt upp

– Vit síggja, at virksemið allatíðina økist og tilboðini verða fleiri. Og tað sigur seg sjálvt, at jú fleiri feløg eru, jú størri møguleika hava vit at fáa øll við. Tað vilja vit, tí vit vita, at góðir og væl skipaðir felagsskapir halda børnum og ungum frá øðrum leiðum, sum vit ikki vilja hava tey at fara, vísir Elin H. Joensen á.

Hartil koma heilsuligu og sosialu fyrimunirnir við at vera í einum ítróttafelagi.  

Tilsamans eru nú skrásett 164 ítróttafeløg innan 26 ymsar ítróttagreinar. Eisini eru tvey nýggj menningarsambond stovnað – tey eru Klintring og Pool.

Um fólk vilja vita meiri um, hvørji tilboð eru í Føroyum, ber til at lesa meiri á heimasíðuni hjá ÍSF. Har eru upplýsingar um øll feløg og allar ítróttagreinar, sum eru limir í sambondnum undir ÍSF, og til ber at leita bæði eftir ítróttagrein og eftir øki

Ítróttasamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder