Fótbóltur

22. umfar: Liverpool kann aftur økja um munin í oddinum

Sjey dystir eru á skránni seinnapartin. Liverpool er á vitjan hjá Brighton og tveir týðandi dystir verða leiktir í botnstríðnum.

Seinasti Brighton og Liverpool hittust var á Anfieield í august. Tá skoraði Mohammed Salah einsmalla málið
(Mynd: EPA)

Seinasti Brighton og Liverpool hittust var á Anfieield í august. Tá skoraði Mohammed Salah einsmalla málið (Mynd: EPA)

2019-01-12 11:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

9 dagar. So langt er fráliðið síðani seinasta dyst í Premier League. Eftir jólaskránna tykist hetta leingi. Seinasta vikuskifti var FA Cup á skránni, men nú er tað aftur Premier League-fótbóltur í Onglandi.

12.30: West Ham - Arsenal

15.00: Brighton - Liverpool
           Burnley - Fulham 
           Cardiff - Huddersfield
           Crystal Palace - Watford
           Leicester - Southampton
           

17.30: Chelsea - Newcastle


Lagt verður út við einari London-grannauppgerð, har Arsenal hevur tørv á einum sigri fyri at verða væl við í kappingini um topp-fýra. Í seinasta dystinum í dag skal Chelsea, ið er trý stig frammanfyri Arsenal, royna at halda væl fast um seinasta Champions League-plássið og royna at nærkast liðunum frammanfyri seg. Newcastle er á vitjan, og liðið úr Norðuronglandi er við í tætta botnstríðnum. Venjarin, Rafa Benitez, stóð í 2012-2013 á odda fyri Chelsea í nakrar mánaðir sum fyribils venjari. Spaniólin førdi tá Chelsea til sigurs í Evropa League, men var sera illa lýddur millum áskoðarnir og partvís eisini millum leikarar. 

Oddaliðið Liverpool tapti fyri City seinast. Tað var fyrsta tapið í Premier League í ár, og nakrar dagar seinni sló Wolves Liverpool út av FA Cup. Liverpool hevur fýra stig niður til City, og um liðið hjá Jurgen Klopp livir upp til favorittleiklutin í Brighton í dag, so verður trýst aftur lagt á Tottenham og City, ið spæla ávíkavist í morgin og mánadagin.

Í Burnley og í Cardiff eru botnbrak á skránni. Huddersfield hevur harðliga tørv á stigum í Wales, og Fulham skal helst vinna á liðnum hjá Sean Dyche fyri ikki at missa samband. 

Støðan undan 22. umfari: 
1. Liverpool 54
2. Manchester City 50
3. Tottenham 48
4. Chelsea 44
5. Arsenal 41
6. Manchester United 38
7. Leicester 31
8. Watford 29
9. Wolves 29
10. West Ham 28
11. Everton 27
12. Bournemouth 27
13. Brighton 26
14. Crystal Palace 22
15. Newcastle 18
16. Burnley 18
17. Cardiff 18
18. Southampton 16
19. Fulham 14
20. Huddersfield 10


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder