HB boðar í dag frá at felagið hevur gjørt sáttmála við 24-ára gamla miðvallaran Mathias Nygaard. Mathias kemur úr danska felagnum FC Fredericia, sum liggur á øðrum plássi í næstbestu donsku deildini.
Tað er ein stórur og sterkur maður, ið kemur inn á miðjuna, sigur Jens Berthel Askou, høvuðsvenjari hjá HB, við heimasíðuna hjá felagnum.
– Mathias er ein sterkur og ágrýtin miðvallari. Við sínum 193 cm er hann eisini sterkur í luftini. Hóast hæddina, er hann dugnaligur við bóltinum, og flytir seg væl runt á vøllinum. Hann hevur nakrar leiðara eginleikar, har hann samskiftir nógv við hinar leikararnar. Hann tekur ábyrgd, og gongur á odda.
– Harumframt er hann ein leikari, ið kann mennast enn meira, tá hann bæði arbeiðir hart, og er fúsur at læra enn meira, sigur Jens Berthel Askou.
Mathias hevur vant við hópinum seinastu dagarnar, og báðir partar eru nøgdir við tað sum teir hava sæð. Avtalan við Mathias er galdandi fyri 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald