20 sigrar útav 21 møguligum. Liðið hjá Jurgen Klopp hevur í ár sett eitt nýtt støði í Premier League. Tað er ikki eins sannførandi hvørja ferð, men í øllum dystunum í ár , við einum undantikið, hevur Liverpool funnið ein máta at fáa tey trý stigini í hús.
Tað var á Old Trafford í oktober í fjør, at Manchester United og Liverpool deildi stigini. Liðið hjá Solskjær var bert tíggju minuttir frá at fáa sigurin, men Adam Lallana.
Spurningurin er, um United aftur hesaferð kann arga Liverpool. Tað er ikki nógv, ið bendir á tað. Liverpool hevur ikki tapt á Anfield í næstan tvey ár, og vann allar Premier League-dystirnar har í 2019. United er eisini uttan tveir teir bestu leikararnar í ár: Marcus Rashford og Scott McTominay.
Liverpool er eisini uttan nakrar leikarar, men hevur betri breidd og meira dygd enn United. Heimaliðið hevur møguleika at økja um munin niður til Manchester City til 15 stig.
Tá hesi liðini hittast kann tó alt henda, og tað verður helst nógvur inntensitetur.
Fyrsta bríksl á Anfield verður klokkan 16.30. Leicester kann um eina løtu koma undir liðuna á City, um tað eydnast at vinna í Burnley.
Fótbóltur
27 stig skilja arvafíggindarnar undan dystinum á Anfield
Manchester United er higartil einasta liðið í Premier League, ið hevur tikið stig frá Liverpool, men tað er annars stórur munur á liðunum.
Marcus Rashford er skaddur, tá United vitjar Liverpool í dag, og tað ger møguleikarnar hjá United at taka stig á Anfield í kvøld væl verri (Mynd: EPA)
2020-01-19 14:43
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald