Fyrireikingarnar hjá U19-landsliðnum við dreingjum, sum í september skal spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Norðurírlandi, og í november skal til EM-undankapping í Danmark, eru av álvara farnar í gongd.
Í februar og mars mánað vóru úttøkuvenjingar á skránni, og nú hevur landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen sent boð eftir 28 spælarum, ið skulu taka lut á venjingarlegu, sum verður á Svangaskarði á Toftum 8. og 9. juni, skrivar FSF á heimasíðuni.
Hópurin
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Peter Bergman, OB
Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ
Gundur Petersen, ÍF
Børge Petersen, KÍ
Sveinur L. Olsen, B36
Andreas Thomsen, B36
Tórur Frankson, HB
Kristian Eliasen, KÍ
Dánjal Zuma, HB
Ári Arge, SfB Oure FA (DEN)
Meinhard Debes Geyti, NSÍ
Símun Sólheim, HB
Elias El Mustage, Thisted (DEN)
Aron Jarnskor, Víkingur
Áki Hentze, B71
David Lisberg, FC Suðuroy
Leivur Guttensen, SønderjyskE (DEN)
Gullbrandur Øregaard, Hinna FK (NOR)
Dánjal Reginsson, HB
Geza Turi, Víkingur
Ragnar Weihe, 07 Vestur
Gulak A. Jacobsen, SønderjyskE (DEN)
Johann Hansson, SønderjyskE (DEN)
Andras Johansen, B36
Jonn Johannesen, KÍ
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Nikolei Johannessen, TB
Venjingardystirnir móti Norðurírlandi verða 3. og 5. september. Í EM-undankappingini, sum verður í døgunum 12. til 20. november, er føroyska liðið í bólki saman við Danmark, Finnlandi og Fraklandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald