placeholder
Fótbóltur

28 mál á Boxing Day

Hóast nakrar útsettar dystir, so vóru heilt nógv mál samanlagt í Onglandi í gjár. Oddaliðið í Premier League skoraði seks ferðir, og Lukaku kom aftur á máltalvuna og tryggjaði Chelsea ein kærkomnan sigur í jagstranini eftir City. Newcastle tekur móti Manchester United í kvøld.

City heldur fram við at skora nógv mál og at vinna dystir (Mynd: EPA)

City heldur fram við at skora nógv mál og at vinna dystir (Mynd: EPA)

2021-12-27 14:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir báðir dystirnir, ið skuldu seta gongd á serstaka fótbóltsdagin í Onglandi og fyri sjónvarpshyggjarar úr alskyns londum, vórðu útsettir orsakað av nógvum koronutilburðum í hópunum hjá Leeds og Watford. 

Les meira : 
Liverpool - Leeds og Wolves - Watford útsettir

- Sum at tosa við ein vegg

Harvið varð ikki byrjað fyrrenn klokkan 15, men serliga Manchester City legði hart út, tí longu eftir 25 minuttir í heimadystinum móti Leicester var 4-0, og fýra ymiskir málskjúttar vóru. Eitt stórtap var í luftuni hjá Brendan Rodgers, ið hevði spart leikarar sum Jamie Vardy, men liðið fall ikki í fátt og skoraði tríggjar ferðir innan tíggju minuttir í seinna hálvleiki, har fyrrverandi City-leikarin Kelechi Ihenacho legði upp til tvey og skoraði eitt, og so var 4-3. Miðskeiðis í hálvleikinum økti heimaliðið tó aftur, og við sínum seinna málið setti Sterling punktum: 6-3 og níggjundi Premier League-sigurin á rað hjá Guardiola og hansara monnum, ið eru seks stig frammanfyri Liverpool og Chelsea.

Arsenal gjørdi næstan City kynstrið eftir, tá liðið hjá Arteta skoraði fimm ferðir í Norwich - Bukayo Saka skoraði tvær ferðir. Botnliðið megnaði ikki at støðga vælsmurdu álopsmaskinuni hjá Arsenal, ið er á fjórða plássið, og sum hevur vunnið fýra dystir á rað. Næsta uppgávan er Manchester City 1. januar, 2022.

Arvafíggindin hjá Arsenal er í hølunum - í gjár vann liðið hjá Conte trygt á Crystal Palace. Harry Kane og Lucas Moura skoraðu, áðrenn Wilfried Zaha hjá útiliðnum fekk sítt seinna gula kort, og í seinna hálvleiki økti Son til 3-0, ið gjørdist endaliga úrslitið.

Triðji "London-favoritturin" í gjár tapti. Southampton vann undirhaldandi dystin á olympiska leikvøllinum í høvuðsstaðnum, hóast West Ham svaraði aftur tvær ferðir. Jan Bednarek avgjørdi dystin, tá tjúgu minuttir vóru eftir. Ósigurin merkir, at West Ham misti eitt týðandi fet í topp-fýra stríðnum.

[object Object]
Romelu Lukaku gjørdist fríur og legði Chelsea á odda, tá tíggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki

Betri gekk hjá tí fjórða, tó at Aston Villa gjørdi bart í fyrra hálvleiki og kom á odda. Talan var um sjálvmál hjá heimaliðnum, sum ikki hevði venjaran Steven Gerrard tøkan í gjár, tí hann er smittaður við koronu. Stutt eftir 1-0 málið javnaði Chelsea við brotssparki.

Dysturin var lívligur, og í seinna hálvleiki var útiliðið omaná eftir nakrar broytingar frá Tuchel í steðginum. Serliga Romelu Lukaku gjørdi mun. Sterki áleyparin byrjaði ógvuliga væl í sínari afturvendan til Chelsea, síðani kom ein málturkur, síðani skaði í ein mánaða, og stutt eftir, at belgiski leikarin var aftur at síggja á vøllinum, fekk hann korona. Tíggju minuttir eftir at hann kom á vøllin í gjár, stútaði hann innlegg frá Hudson-Odoi úr vinstru væl í málið, hann gav Villa-verjuni framhaldandi høvuðbrýggj, og í yvirtíðini fór hann einsamallur í kontra við ferð og styrki og vann Chelsea sítt brotsspark í dystinum
, ið Jorginho aftur setti trygt í málið. Eftir tveir Premier League-javnleikir á rað, kom sigurin væl við hjá Chelsea, men týski venjari felagsins setti orð á sína ónøgd við Premier League og stúran um støðuna við mongu dystunum, koronustøðuna o.s.fr eftir síðsta bríksl

Í seinasta dystinum í gjárkvøldið hittust Brighton og Brentford. Liðini vóru jøvn í stigum undan dystinum. Heimaliðið vann 2-0 við tveimum málum stutt fyri steðgin.

Í kvøld skal Manchester United aftur á vøllin - tað verður í Newcastle.

Premier League
19. umfar - 2. jóladag

Manchester City - Leicester 6-3 (4-0)
Norwich - Arsenal 0-5 (0-2)
Tottenham - Crystal Palace 3-0 (2-0)
West Ham - Southampton 2-3 (0-1)
Aston Villa - Chelsea 1-3 (1-1)
Brighton - Brentford 2-0
(2-0)

Í dag, 27.12
20.00: Newcastle - Manchester United

Støðan í deildini sæst millum annað her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder