Fótbóltur

- Sum at tosa við ein vegg

Venjarin hjá Tottenham heldur, at fundurin við Premier League hósdagin um tøttu dystarskránna og koronustøðuna var sum at oyðsla tíð burtur. Eins og Conte, eru aðrir venjarar í Onglandi stúrnir um støðuna, nú flestu hóparnir eru smalir í løtuni.

- Eg haldi, at avgerðin, um at halda á sum ætlað, varð tikin áðrenn. Antonio Conte er ónøgdur við Premier League og sigur at støðan er sera trupul hjá honum og hjá hinum liðunum eisini (Mynd: EPA)

- Eg haldi, at avgerðin, um at halda á sum ætlað, varð tikin áðrenn. Antonio Conte er ónøgdur við Premier League og sigur at støðan er sera trupul hjá honum og hjá hinum liðunum eisini (Mynd: EPA)

2021-12-25 15:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Nakrir venjarar royndu at tosa og taka fram møguligar loysnir, men eg má viðganga, at tað kendist sum at tosa við ein vegg, og sum at avgerðin varð tikin áðrenn.

Nakað soleiðis hevur Antonio Conte sagt við bretskar miðlar um fundin, sum var seinnapartin 23. desember millum Premier League og venjararnar. Ein fundur, sum høvuðsvenjarin hjá Tottenham heldur var sum at oyðsla tíð burtur, orsakað av hugburðinum hjá teimum, ið stýra Premier League. Venjararnir kundu geva sínar meinging til kennar um vælferðina hjá leikarunum og samlaðu støðuna nú nógvir dystir eru tætt saman, og fleiri hópar og leikarar eru raktir av korona, men Conte helt, at avgerðin, um at halda fram sum ætlað, tykist at verða tikin áðrenn. Hetta skrivar Sky Sports.

Les eisini: 2. Jóladagur tveir av ætladð dystunum útsettir

Conte og millum annað eisini Patrick Viera, venjari hjá Crystal Palace, vísa á, at leikarar sum hava havt koronu, skulu oftast nýta tvær-tríggjar vikur at koma fyri seg, so at teir kunnu veruliga avrika aftur á hægsta støði. Støðan hjá Tottenham er, at har hevur áleið helmingurin av leikarunum havt koronu fyrr í mánaðinum. Tískil er italski venjarin ikki álvuligur við støðuna - hvørki hjá honum ella øðrum feløgum - og skaðar eru eisini ein avbjóðing, nú dystirnir falla títt.

Dean Smith, venjari hjá Norwich, heldur, at støðan í løtuni er hættislig, tí hugsað ikki verður um vælferðina hjá leikarum. Hann hevur sjálvur verið noyddur at nýtt leikarar, ið ikki hava verið 100 prosent, í mun til skaðar og veit framvegis ikki, júst hvørjir eru tøkir hjá honum í morgin í mun til koronu, tí fleiri eru á veg aftur og aðrir hava fingið smittuna stutt fyri jól. Hann kallar tað ørskap at spæla tvær ferðir innan 50 tímar og serliga í verandi støðu - nakað ið Antonio Conte og Jürgen Klopp eisini hava verið inni á.

Tá fundurin var tollaksmessudag var greitt, at Liverpool - Leeds og Wolves - Watford ikki fóru at verða leiktir 2. jóladag. Nú er greitt, at í øllum førum tríggir dystir, sum skuldu verða leiktir í morgin, eru útsettir. Tað er orsakað av ov nógvum koronutilburðum og skaðum hjá Leeds, Watford og Everton. Um minst trettan útileikarar og ein málverji av nøkunlunda fasta hópinum eru tøkir, so skal spælast, sigur reglugerðin hjá Premier League, sum nú - eftir nakað av ógreiðu - hevur gjørt greitt, júst hvat annað er galdandi, í mun til at ein dystur kann útsetast í verandi støðu. 

Boxing Day-skráin í Premier League
Í morgin, 2. jóladag

15.00:
Manchester City - Leicester City
Norwich City - Arsenal 
Tottenham Hotspur v Crystal Palace
West Ham United v Southampton 

17.00: Aston Villa v Chelsea

20.00: 
Brighton & Hove Albion - Brentford

Útsettir vegna nógvar smittutilburðir í hópum: 
Liverpool - Leeds
Wolverhampton - Watford
Burnley - Everton

Flestu av hesum liðunum skulu aftur spæla 28. desember

27. desember: 
Manchester United - Newcastle

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder