Fótbóltur

2. jóladagur: Tveir av ætlaðu dystunum útsettir

Leeds og Watford megna ikki at stilla lið til dyst móti ávíkavist Liverpool og Wolves. Hesir skuldu seta gongd á spennandi skránna 26. desember. Nú er aftur ivamál um, hvussu veðrur við jóla- og nýggjársskránni í Premier League - fundur verður við venjarum nú.

Liverpool spælir kortini ikki á Boxing Day (Mynd: EPA)

Liverpool spælir kortini ikki á Boxing Day (Mynd: EPA)

2021-12-23 16:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir dramatiska brotssparkssigurin á Leicester í fjórðingsfinaluni í Carabao Cup í gjár, segði ein íðin Jürgen Klopp, at tað í høvuðsheitinum líkist ongum, at spælt verður vanligt 26. og 28. desember í Premier League, og setti spurnartekin við hví tað ikki eru minst tveir heilir frídagar millum dystirnar millum jól og nýggjár, tá hitt ikki er neyðugt. Hetta er serliga galdandi, nú flestu hóparnir hava fleiri koronutilburðir, umframt vanligu skaðarnar og annað.

Nú er greitt, at Klopp í øllum førum sleppur undan at standa á síðulinjuni 2. jóladag. Teir báðir dystirnir, ið skuldu set hol á stóru Boxing Day skránna, eru útsettir. Annar er Liverpool - Leeds; hin Wolves - Watford. Leeds og Watford høvdu sent umbøn til Premier League um at útseta orsakað av nógvum koronutilburðum, umframt at liðini hava skaðar. Meginreglan er, at um liðið hevur færri enn 13 útileikarar ella ongan málverja tøkan, so kann útsetast. Nú er venjingarmiðstøðin hjá Leeds fyribils stongd - Watford spældi ikki í vikuskiftinum orsakað av koronustøðini í hópinum. 

Umbønirnar eru gingnar á møti, og júst nú er fundur farin í gongd millum Premier League og høvuðsvenjararnar hjá feløgunum - aftaná eru tað liðformenn og royndir leikarar, ið "deildin" skal tosa við. Tað er stúran í feløgununum, nú trýstið á tøku leikararnar eru stórt, og mett verður í høvuðsheitinum ikki at tað ber til, at spæla tríggjar dystir innan eina viku í verandi støðu. Hetta skrivar Sky Sports.

Tað varð annars staðfest eftir fund mánadagin, at skráin sum útgangspunkt ikki verður broytt. Metnógvir koronutilburðir eru skrásettir millum Premier League-leikarar og vernjaratoymir síðstu vikurnar, nú omikron ger um seg í Onglandi, og níggju dystir vórðu útsettir í síðstu viku. Væntast kann, at fleiri verða tað í jóla- og nýggjársskránni, sum møguliga verður øðrvísi við tað, at eitt umfar verður tikið burtur. Tað er strævið hja fejpparum og sjónvarpshyggjarum kring heimin, men helst neyðugt fyri leikararnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder