Fótbóltur

Premier League: Jóla- og nýggjársskráin verður ikki broytt

Hetta hava feløgini avgjørt á fundi í dag. Nógvir koronutilburðir hava ávirkað seinastu vikuna, men um 13 útileikarar og ein málverji er tøkur til dyst, so skal spælast. Nøkur feløg skulu skjótt spæla fýra dystir innan ellivu dagar og øll spæla tríggjar Premier League-dystir inan eina viku.

Jürgen Klopp segði í samrøðu eftir Tottenham - Liverpool í gjár, at tað er ómøguligt í verandi støðu at spæla tveir dystir innan trý samdøgur millum jóla og nýggjár (Mynd: EPA)

Jürgen Klopp segði í samrøðu eftir Tottenham - Liverpool í gjár, at tað er ómøguligt í verandi støðu at spæla tveir dystir innan trý samdøgur millum jóla og nýggjár (Mynd: EPA)

2021-12-20 18:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í tíðarbilinum frá beint áðrenn jól til beint eftir nýggjár eru vanliga nógvir Premier League-dystir, og tað sær ikki út til, at nakað undantak verður hesuferð, hóast fleiri hópar eru ávirkaðir av koronutilburðum og at níggju dystir eru útsettir tvey tey seinastu umførini - seinastu vikuna.

Nakrir venjarar hava sett fram ynski um at hava ein støðg í kappingini í tríggjar vikur, so at tamarhald kanska kemur á støðuna - millum annað Thomas Frank hjá Brentford - og nakrir viðmerkjarar hava eisini havt tað á orðið. Um tað er tað, at jóla- og nýggjársskráin bara skal haldast, ella meira tað at feløgini tala.

Umboð fyri tey seks feløgini hittust í dag fyri at tosa um íkomnu avbjóðingarnar, og hvussu tær skulu hansfarast. Sambært BBC varð ikki aktvøtt endaliga, men avgerð fall um, at halda skránnia millum jóla og nýggjar sum ætlað - hon merkir at helmingurin av liðunum skulu spæla bæði 2. jóladag og 28. desember - og at øll liðini spæla tríggjar dystir innan eina viku.

Umframt hetta spæla sjey Premier League feløg fjórðingsfinalur í EFL Cup áðrenn jól - Arsenal í morgin og seks lið mikukvøldið. Hesi skulu síðani øll spæla tríggjar Premier league dystir millum 26. desember og 2. januar. Tætta skráin gevur stórar avbjóðingar - serliga nú koronutilburðir eru - Jürgen Klopp segði eftir 2-2 javnelikin móti Tottenham í gjár, at tað er ómøguligt at spæla 26. og 28. desember í verandi støðu. Vrigil Van Dijk og Fabinho eru ímillum teir 42 Premier League-leikararnar, sum í síðstu viku fingu staðfest korona (methøgt tal fyri Premier League) og Andy Robertson fekk reytt kort í gjár. 

Chelsea bað um at fáa sín dyst móti Wolves í gjár útsettan, orsakað av koronutilburðum, men til fánýtis. Sambært Thomas Tuchel verða leikarar hansara settir í vanda - ikki bert orsakað av covid-19 men eisini av fysiska trýstinum hesa tíðina. Chelsea hevði ikki fullan bonk í gjár, tá liðið misti enn eitt fet ímóti City, sum eftir sín sigur á Newcastle og javnleikirnar hjá Liverpool og Chelsea, er ávíkavist trý og seks stig frammanfyri tey.

Premier League hevur ásett, at um eitt lið hevur 13 útileikarar og ein málverji tøkan til dyst, so skal spælast. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder