Annað

296 dystir á skránni komandi vikuskifti

120 lið eru meldað til Intersport Summar Cup, ið verður komandi vikuskifti.

2018-07-01 09:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder
Komandi vikuskifti vera ikki færri enn 296 dystir á skránni í Havn, tá Intersport Summar Cup 2018 fer av bakkastokki.
 
120 lið úr Føroyum, Danmark og Noreg fara komandi vikuskifti at kappast á vøllinum í Gundadali, Tórsvølli, á Argjum, og í Hoyvík.
 
Andrass Thomsen, høvuðsfyriskipari, sigur, at hetta er nógv tann størsta útgávan av Intersport Summar Cup, tey hava fyriskipað. Tað eru nógv praktisk viðurskifti, ið skulu uppá pláss til eitt slíkt tiltak, men nú er um at vera klárt.
 
Leikskráin til kappingina er at finna her.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder