Fótbóltur

3-1 og runavíkingar lidnir í Evropa

FC Honka úr Finnlandi var ikki ræðandi, men nógv effektivari enn NSÍ.

(Mynd: Bjarni Enghamar)

(Mynd: Bjarni Enghamar)

2021-07-15 19:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nei, tað eydnaðist heldur ikki hesaferð NSÍ at spæla seg víðari í evropeiskum fótbólti.

Dysturin á Svangaskarði í kvøld móti FC Honka úr Finnlandi endaði við 3-1 sigri til finnar.

Ikki tí at finska liðið var so nógv betri enn tað føroyska, men gestirnir vóru nógv, nógv effektivari, fingu mál upp á sínar kjansir, at síggja til lættliga.

Men teir høvdu ikki stórt fleiri enn teir tríggjar kjansirnar, sum teir skoraðu uppá.

Heilt tíðliga í dystinum eydnaðist finnum at spæla seg ígjøgnum verjuna, og framherjin, Jean-Marie Dongou, ættaður úr Kameroun, kundi leggja finska liðið á odda.

Eftir málið dovnaði dysturin eitt sindur. Runavíkingar royndu at draga ferðina úr dystinum, og tað høvdu finnar einki ímóti.

Stórt meira hendi ikki í fyrra hálvleiki.

Eitt lítið korter inn í annan hálvleik, gjørdist tað 2-0, og aftur var tað sami maðurin úr Kameroun, sum skoraði.

Spældur leysur í brotsteiginum kundi hann sneiða seg rundan um Karstin Hansen í føroyska málinum og leggja bóltin í tómt mál.

Bert fýra minuttir seinni varð dysturin dripin. Finnar fingu eitt fríspark beint uttan fyri brotsteigin, og brasilianarin á finska liðnum, Lucas Kaufmann, setti bóltin trygt í longra hornið.

Nú fingu føroyingarnir meira spæl og fleiri kjansir.

Men bert í tí eina førinum eydnaðist at skora. Klæmint Olsen fekk ein bólt fríur framman fyri málverjanum, men finski málverjin stórbjargaði.

Men bólturin støkk út aftur til Klæmint, sum legði bóltin yvir til Jørgen Nielsen, ið júst var innkomin, og hann setti bóltin lættliga í netið.

Runavíkingar fingu framleitt fleiri málmøguleikar móti endanum av dystinum, men inn vildi bólturin ikki.

FC Honka hevur spælt seg víðari til annað umfar í Conference League. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder