Fótbóltur

300 luttakarar á fótbóltsskúla um vikuskiftið

Um vikuskiftið hava tveir fótbóltsskúlar hjá Fótbóltssambandinum verið á skránni. Ein var í Sørvági og ein á Toftum, og tilsamans luttóku uml. 300 børn.

(Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

(Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

2021-06-21 17:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið hava tveir fótbóltsskúlar hjá Fótbóltssambandinum verið á skránni. Fríggjadagin og leygardagin var fótbóltsskúli á Dungasandi í Sørvági, og leygardagin og sunnudagin var skipað fyri fótbóltsskúla á Svangaskarði á Toftum.

Undirtøkan hetta vikuskiftið hevur verið rættiliga góð. Í Sørvági vóru beint omanfyri 100 luttakarar, meðan gott og væl 200 luttóku á fótbóltsskúlanum á Toftum.

– Vit eru sjálvandi glað fyri góðu undirtøkuna, ið Fótbóltsskúlarnir hava fingið. Tað hevur eisini gingið væl at fáa hjálparfólk, so sum heild eru vit sera væl nøgd, sigur Christina Ravnsfjall, samskipari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

Tilsamans fimm fótbóltsskúlar eru á skránni í summar. Í juli mánað verður skipað fyri fótbóltsskúlum á Argjum og á Skála, og í august verður fótbóltsskúli í Havn.

Enn eru nøkur pláss eftir á fótbóltsskúlunum á Argjum, á Skála og í Havn. Meira kunning um tilmelding o.a. fæst her.

Tað er Fótbóltssamband Føroya, saman við 07 Vestur, B68, AB, Skála og HB, ið skipar fyri fótbóltsskúlunum 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder