Fótbóltur

300 næmingar í 5. flokki til Skúlafótbólt

99 dystir skulu spælast í Marghøllini í Vági í morgin.

2019-11-05 09:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgin verður triðja umfar í stóru fótbóltskappingini Skúlafótbóltur í Marghøllini í Vági. Hesaferð eru tað 5. flokkar, sum leggja leiðina til Vágs. Teir umleið 300 næmingar úr 5. flokki skulu spæla tilsamans 99 dystir í Marghøllini, og er hetta størsta tal av dystum higartil í ár.

Hetta er annað árið, at Skúlafótbóltur verður skipaður og eins og í fjør, so er sera stórur áhugi fyri Skúlafótbólti, sum hevur BankNordik sum høvuðsstuðul og eisini er stuðlað av Fótbóltssambandi Føroya.

Umframt fótbólt, so kunnu næmingar eisini royna minna klatriveggin í Marghøllini og fara at svimja í Páls Høll.

Og júst hesin parturin, har næmingarnar kunnu verða virknir saman og við fullum huga til felags tiltøk er ein týðandi partur av samstarvinum ABC fyri Sálarligari heilsu, sum Skúlafótbóltur eisini er skipaður í samstarvi við.

Skúlafótbóltur er fótbóltskapping fyri næmingar í fólka- og miðnámsskúlum kring landið, og kappast liðini um at sleppa til finaludagarnir, sum verða um mánaðarskiftið apríl-mai 2020.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder